Sp/f Vípan flutt í onnur høli við Víkavegin

 

Norðlýsið skrivaði í 2006 soleiðis:

Tað er nú nakað síðani, at Kári Lindberg keypti Sp/f Vipuna frá Símun Gullaksen og í tí sambandi er Vípan nú flutt í onnur hølir, har Norðoya Fruktsøla var áður.

Kári Lindberg sigur, at orsakað av sera harðari kapping og tí hann sjálvur hevði hug at royna nakað annað, gavst hann við fruktsølu og er nú farin undir at selja ymiskt til byggivinnuna, hús og heim. Sum sæst í lýsing aðrastaðni, so eru tað flísar, ymiskt til túnið og annað, sum Vípan selur.

– Tað hevur verið ótrúliga spennandi síðani eg byrjaði og eg má siga at eg eri ovfarin av at vera komin so væl inn í hetta handilsvirkið. Umstøðurnar hjá virkinum eru nógv betur í hesum hølunum enn í teimum við Klaksvíksvegin og tað hevur eisini víst seg at gingið væl síðani vit fluttu.

– Vit hava nógv ymiskt til tey, ið ætla sær at byggja, ella til teirra sum hava hug at fríðka um uttanfyri ella inni í húsunum. Hava fólk hug at gera eitthvørt tílíkt, so eru tey vælkomin inn á gólvið at hyggja eftir úrvalinum, sigur Kári Lindberg, stjóri og eigari av Vípuni at enda.