Inngangur

  Vit halda til í Klaksvík, men røkka um alt landið. Seti tygum í samband við okkum og fá eitt óbindandi prát um okkara vørur.

Vit hava sera breitt úrval at bjóða kundum okkara. Brotflísar úr Skotlandi og eisini fleiri ymisk sløg av betongflísum, úr Bretlandi, Danmørk og Týsklandi.

Eisini hava vit tilfar til garðar, blómubed og annars alt, ið er hugsandi til trappur, tún og urtagarðin.

Sum ein liður í at verða heildarveitari innan hetta øki, selja vit eisini fleiri sløg av náttúrugróti, innandurðaflísum, glasbyggisteinar, gasbetong og annars alt tilhoyr, so sum lím, fugur v.m.


Vælkomin!

Kári Lindberg, stjóri